Sterkt venjaratoymið

Fótbóltsakademi Føroya er skipað undir leiðslu av einum sterkum venjaratoymi.

Annar av venjarunum er Jón Pauli Olsen (f. 1968), sum hevur A-venjara útbúgving, hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U17 landsliðnum hjá kvinnum, hjá FC Suðuroy og sum ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy. Jón Pauli Olsen er eisini venjara-instruktør á venjaraútbúgvingini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Jón Pauli hevur eisini staðið á odda fyri fótbóltsbreytini á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy síðan 2015. Áðrenn Jón Pauli gjørdist venjari, var hann sjálvur fótbóltsspælari og hevur í nógv ár spælt í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum og var eisini toppskjútti í bestu deildini í 1990.

Í næstum verður søkt eftir einum venjara afturat til venjaratoymið á Fótbóltsakademi Føroya.