Til Vágs á Fótbóltsakademi Føroya og í 10. flokk

Áhugin fyri at sleppa á Fótbóltsakademi Føroya er stórur, eisini frá næmingum norðanfjørðs.

Vit á Fótbóltsakademi Føroya er fegin um at vit nú kunnu bjóða næmingum úr øllum Føroyum at koma til Vágs á Fótbóltsakademi Føroya og samstundis ganga í 10. flokk í Vágs skúla.

Fótbóltsakademi Føroya skipar fyri at næmingar búgva í Vági, fáa bústað og fáa mat undir tryggum og skipaðum viðurskiftum hjá vertfamiljum í Vági.

Gjaldið fyri at ganga á Fótbóltsakademi Føroya og fyri bústað og mat er 3.500 kr. um mánaðin. Um næmingar norðanfjørðs búgva hjá familju ella skilfólki í Vági, so er luttøkugjaldið á Fótbóltsakademi Føroya 500 kr. um mánaðin.

Áhugaði kunnu venda sær til Jón Pauli Olsen, venjara á Fótbóltsakademi Føroya, á tlf. 277927 ella telduposti jpo@olivant.fo