Tilmelding & prísir


Fótbóltsakademi Føroya er fyrsta fótbóltsakademi í Føroyum. Fótbóltsakademi Føroya er eitt spennandi fótbóltsakademi fyri aldursbólkarnir U15 til U21.

Fótbóltsakademi Føroya styrkir um møguleikarnir hjá tí einstaka at røkka dreymunum á fótbóltleið.

Á Fótbóltsakademinum verður ein miðvís menningarætlan gjørd fyri einstaka leikaran við málsetningum, venjing, og testum, har ein greið ætlan verður gjørd fyri hvussu tann einstaki gerst ein betri fótbóltsleikari og hvussu menningarframgongdin er hjá tí einstaka.

Vant verður 7 til 9 ferðir um vikuna, har útgangsstøðið er menningarætlanin hjá tí einstaka.

 

Kostnaður

Kostnaðurin fyri at ganga á Fótbóltsakademi Føroya er 500,- kr. um mánaðin og goldið verður forút tríggjar mánaðir í senn.

Fyri næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er kostnaðurin íroknaður skúlagjaldinum á Ítróttaháskúlanum.

Frá 1. august 2019 verður tað ókeypis fyri fólkaskúlanæmingar at ganga á Fótbóltsakademi Føroya frá 1. august 2019.

 

Bústaður

Næmingar, sum ikki eru úr Suðuroynni, eru vælkomnir á Fótbóltsakademi Føroya. Vit hjálpa fegin við bústaði, antin talan verður um bústað á næmingabústaðinum hjá Ítróttaháskúlanum ella hjá familju / vertsfamilju.

 

Set teg í samband við okkum!

Hevur tú áhugað í at koma á Fótbóltsakademi Føroya, so vend teg til okkara:

Jón Pauli Olsen, venjari
Teldupostur: jpo@olivant.fo
Telefon: 277927

 

Tilmeldingarskjalið er her

Tilmelding til Fótbóltsakademi Føroya
Tilmelding til Fótbóltsakademi Føroya *
Bústaðar viðurskifti *