Í desember 2018 varð Føroya fyrsta fótbóltsakademi, Fótbóltsakademi Føroya, stovnað í einum samstarvi millum Ítróttaháskúlan í Suðuroy og FC Suðuroy. Samstarvið fevnir bæði um leikarasíðuna og venjarasíðuna.
Og søkt verður nú eftir fótbóltsvenjara, sum skal verða partur av venjaratoyminum á Fótbóltsakademi Føroya og sum skal verða høvuðsvenjari hjá vaksnamannadeildini hjá FC Suðuroy og partur av leikaramenningini í felagnum.
Vit bjóða tær
FC Suðuroy er eitt felag, sum við stovnanini av Fótbóltsakademi Føroya er í einari sera spennandi menningartilgongd.
FC Suðuroy hevur bestu karmar í landinum, tá umræður fótbólt og fótbóltsvenjing. Vant verður í Marghøllini í Vági (hálvur vøllur við graslíki), á Eiðinum í Vági (heilur vøllur við graslíki) og í venjingarmiðstøðini í Páls Høll. Møguleiki ereisini fyri at venja inni í Vágs Høll (hondbóltshøll).
Vit bjóða sostatt eitt sera spennandi starv, sum fevnir um at verða høvuðsvenjari hjá vaksnamannadeildini hjá FC Suðuroy og at verða partur av venjaratoyminum hjá Fótbóltsakademi Føroya.
Les meira um Fótbóltsakademi Føroya á www.fotboltsakademi.fo
Les meira um FC Suðuroy á www.fcsuduroy.com
Vit vænta av tær
- at tú hevur fótbóltsvenjaraútbúgving á høgum stigi (ynskiligt er UEFA A-license)
- at tú hevur royndir sum fótbóltsvenjari í vaksnamannadeildini
- at tú dugir væl at samstarva og er ein “lið-leikari”
Løn sambært avtalu
Umsóknarfreistiner 10. januar 2019
Umsókn skal sendast til: fcsuduroy@gmail.com
Áhugaði kunnuvenda sær til Julius V. Joensen tlf. 787501, teldupost: jvjoensen@gmail.com