Nú er greitt, at Sigfríður Clementsen verður venjari hjá FC Suðuroy komandi kappingarár og hjá Fótbóltsakademi Føroya. Hetta váttar Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.
FC Suðuroy og Fótbóltsakademi Føroya søktu undan jólum eftir venjara og nú er Sigfríður Clementsen settur í starv sum venjari.
Sigfríður Clementsen hevur venjaraútbúgving og er venjari við UEFA A-prógvi. Sigfríður er eisini ein av royndu føroysku venjarunum og hevur verið eitt av føstu andlitunum í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum, har hann eisini hevur vunnið Føroyameistaraheitið og steypakappingina við liðum, sum hann hevur vant.
Vit eru sera fegin um at hava fingið ein av allarbestu venjarum í landinum til felagið, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy. Vit ganga sum kunnugt nýggjar spennandi leiðir og skulu byggja upp eitt sterkt fundament undir FC Suðuroy, samstundis sum fyrsta fótbóltsakademi í landinum fer í gongd. -Og við Sigfríði Clementsen og Jón Paula Olsen fáa vit eitt sera sterkt venjaratoymið í felagnum, har Jón Pauli er høvuðsungdómsvenjari og Sigfríður er venjari hjá 2. deild – og báðir eru venjarar á Fótbóltsakademi’num, so framtíðin fyri fótbóltin her á leiðini sær sera spennandi út, sigur Julius Vest Joensen.
Sigfríður byrjar 1. februar 2019.