Fyrsta venjing á Fótbóltsakademi Føroya

Mánadagurin 4. februar verður ein søguligur dagur fyri føroyskan fótbólt, tá fyrsta venjing hjá Fótbóltsakademi Føroya verður í Marghøllini í Vági.

Tilsamans 23 leikarar ganga á Fótbóltsakademi’num og venjarar eru Jón Pauli Olsen og Sigfríður Clementsen.

Fyrsta venjingin verður í Marghøllini kl. 12:45 mánadagin.