Fótbóltsakademi Føroya er sum kunnug á Facebook, men nú hevur Fótbóltsakademi’ið eisini fingið egna Youtube-rás, har ymiskar venjingarstøður verða vístar.
Umframt at vísa nakrar av venjingarstøðunum hjá Fótbóltsakademi’num, so er endamálið við filmsbrotunum eisini at geva øðrum íblástur til at royna ymiskar venjingar antin sjálvi heima við hús ella til venjing í feløgum kring landið, sigur Jón Pauli Olsen, venjari.
Leinkja til Youtube-rásina er her
Nýggjasta filmsbrotið við tekniskari venjing er her niðanfyri.