Málið hjá Fótbóltakademi Føroya er at leggja lunnar undir fótbóltsmenningina hjá tí einstaka og tryggja eina fótbóltsframtíð á høgum stigi. Málið er harumframt, at menna einstaka leikaran sum part av einum liði og einum felagsskapi.
Fótbóltsakademi Føroya hevur sum mál at verða fyrsta stigi á leiðini hjá ungum leikarum við einum dreymi um eina framtíð sum yrkisfótbóltsleikari.
Venjarar í serflokki og upplivingar fyri lívið
Fótbóltsakademi Føroya verður skipað undir leiðslu av einum venjaratoymi við hægstu útbúgving og drúgvum royndum innan fótbólt. Venjaratoymið fevnir eisini um venjara við serkunnleika til kropsliga venjing.
Umframt venjing á hægsta stigi bjóðar Fótbóltsakademi Føroya eisini leikarum upplivingar fyri lívið á fótbóltsferðum uttanlands, á venjingarlegu og til altjóða kappingar.