Venjaratoymið


Fótbóltsakademi Føroya er skipað undir leiðslu av einum sterkum venjaratoymi, sum er mannað av Jón Paula Olsen og Sigfríður Clementsen.

Jón Pauli Olsen (f. 1968) hevur A-venjara útbúgving og hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U17 landsliðnum hjá kvinnum, hjá FC Suðuroy og sum ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy. Jón Pauli Olsen er eisini venjara-instruktør á venjaraútbúgvingini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Jón Pauli hevur eisini staðið á odda fyri fótbóltsbreytini á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy síðan 2015. Áðrenn Jón Pauli gjørdist venjari, var hann sjálvur fótbóltsspælari og hevur í nógv ár spælt í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum og var eisini toppskjútti í bestu deildini í 1990.

Sigfríður Clementsen (f. 1973) hevur A-venjara útbúgving, og er ein av royndu føroysku venjarunum og hevur verið eitt av føstu andlitunum í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum, har hann eisini hevur vunnið Føroyameistaraheitið og steypakappingina við liðum, sum hann hevur vant. Sigfríður hevur eisini spælt fótbólt í bestu fótbóltsdeildini við bæði HB og B36, har Sigfríður var áleypari.