Søkja eftir vertsfamiljum til næmingar á Fótbóltsakademi Føroya

Áhugin fyri at sleppa á Fótbóltsakademi Føroya er stórur, eisini frá næmingum norðanfjørðs. Av somu orsøk verður søkt eftir vertfamiljum í Vági, sum vilja hýsa 1 ella 2 næmingum í 10. floks aldri. At verða vertfamilja merkir, at man gevur næminginum kamar og mat.

Hvør næmingur kemur at rinda 3.000 kr. um mánaðin til vertfamiljuna fyri bústað og mat.

Eru tit áhugaði í at gerast vertsfamilja hjá næmingum á Fótbóltsakademi Føroya, so kunnu tit venda tykkum til Jón Pauli Olsen, venjara á Fótbóltsakademi Føroya, á tlf. 277927 ella telduposti jpo@olivant.fo