10. flokkur og Fótbóltsakademi Føroya til Marina di Venezia í september

Herfyri boðaðu vit frá, at Fótbóltsakademi Føroya og Vágs Skúli hava skipað samstarv, soleiðis at 10. floks næmingar úr øllum landinum kunnu koma til Vágs at ganga í 10. flokk og hava fótbólt sum høvuðsbreyt. -Og nú er eisini greitt, at 10. flokkur í Vágs Skúla fer til Marina di Venezia í september.

Lesið meiri um Marina de Venezia her

Næmingar, sum í løtuni ganga í 9. flokki, og sum fara í 10. flokk í august, hava lagt til rættis. Næmingarnir fara sjálvir at gera ymisk arbeiðir fyri ferðina – og koma næmingar, sum koma at ganga í Vágs skúla í 10. flokki at taka lut í hesum.

Enn ber til at melda til ársskeiðið á Fótbóltsakademi Føroya, har næmingar koma at ganga í 10. flokki í Vágs skúla og hava fótbólt sum høvuðsbreyt.

Tilmeldingarskjalið til Fótbóltsakademi Føroya er her