Vit bjóða !


Fótbóltsakademi Føroya er eitt spennandi fótbóltsakademi, sum styrkir møguleikarnir hjá tí einstaka at røkka dreymunum á fótbóltsleið.

Á Fótbóltsakademinum verður ein miðvís menningarætlan gjørd fyri einstaka leikaran við málsetningum, venjing, og testum, har ein greið ætlan verður gjørd fyri hvussu tann einstaki gerst ein betri fótbóltsleikari og hvussu menningarframgongdin er hjá tí einstaka.

Vant verður 7 til 9 ferðir um vikuna, har útgangsstøðið er menningarætlanin hjá tí einstaka. Vant verður í bestu umstøðunum í landinum:

  • í Marghøllini í Vági (hálvur vøllur við graslíki (frá 2018) í fyrstu innandura fótbóltshøllini í Føroyum),
  • á Eiðinum í Vági (heilur vøllur við graslíki (frá 2018),
  • í Vágs Høll (hondbóltshøll)
  • og í Páls Høll í Vági (við venjingarmiðstøð, svimjihyli og vælverudepli).

 

Dystir hvørja viku

Fótbóltsakademi Føroya er skipað í tøttum samstarvi við FC Suðuroy. Samstarvið við FC Suðuroy gevur øllum leikarum á Fótbóltsakademinum møguleika at spæla í fótbóltslandskappingini við FC Suðuroy.

Málið er, at allir leikarar hvørja viku summarhálvuna fáa avbjóðingar í dysti, sum skulu skunda undir menningina hjá tí einstaka. Talan verður um dystir á U15 og U18 hjá gentum og í vaksnamannadeildini hjá kvinnum. Og dystir á U15, U17, U21 hjá dreingjum og í vaksnamannadeildini hjá monnum.

Umframt fótbóltsvenjing og kropsliga venjing, so fevnir innihaldið á Fótbóltsakademinum eisini um frálæru um kroppin, kost, svøvn og sunnan lívsstíl sum ítróttarfólk, og um mentala-venjing.

Fótbóltsakademi Føroya snýr seg ikki einans um fótbólt, fótbóltsvenjing og ein sunnan lívstíl í samband við lívið sum topp-ítróttarfólk. Næmingar á akademinum hava eisini nógva frítíð til onnur frítíðar áhugamál og í minsta lagi ein dag um vikuna er ongin venjing.